Tú hevur kanska fingið eini undarlig boð á telefonina í dag ella onkran av seinastu døgunum. Tað sær á ymsan hátt út til at vera vanligt - men eisini heldur løgið.
Og hetta er ikki nakað, sum ein skal trýsta á. Fleiri stovnar ávara seinnapartin um, at eitt umfatandi og álvarsamt tøkniligt álop er í gongd í løtuni.
- Nógv fólk fáa boð við leinkjum, sum royna at lokka persónligar upplýsingar frá teimum. Endamálið er at fáa atgongd til gjaldskort ella netbanka fyri at ræna pening.
Talan er um eitt sonevnt smishing-álop.
Tað eru Talgildu Føroyar, Føroya Banki, Betri Banki, Norðoya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi og Føroya Politi, ið hava sent ávaringina út.
Svikið fer fram á tann hátt, at SMS-boðini innihalda eitt leinki. Trýstir tú á leinkið, kemur tú inn á eina heimasíðu, ið líkist einari veruligari føroyskari heimasíðu (t.d. hjá banka, posthúsi ella nethandli). Har verður tú biðin um at upplýsa kortnummar, loyniorð ella at rita inn við Samleikanum. Ofta handlar tað um at rinda eina smávegis upphædd.
Tað er sera týðandi, at man ikki trýstir á ókend leinki, eru boðini. Og á talgildu.fo eru ymisk onnur góð ráð í støðuni.
Starvsfólk hjá peningastovnunum og Talgildu Føroyum arbeiða saman við fjarskiftisveitarum og kt-veitarum at steðga álopinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald