Innanlands

Ansið eftir hundunum gamlaárskvøld

Hundar blíva burtur hvørt gamlaárskvøld, og tí heitir Føroya hundaførarafelag á hundaeigarar at hava teir í bandi

11 ára gamla Tora ein góðan summardag í brátt farna árinum

11 ára gamla Tora ein góðan summardag í brátt farna árinum

2022-12-31 12:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hvørt gamlaárskvøld blíva hundar burtur. Flestu koma tíbetur aftur, men tað hendir meira enn so, at hundurin ikki verður funnin aftur, sigur Føroya hundaførarafelag.

- So hervið ein áheitan frá okkum til allar hundaeigarar, um at ansa væl eftir hundunum, og at hava teir í bandið ella á væl avhegnaðum økið, tá tit fara út við teimum, sigur Føroya hundaførarafelag.

Sjálvt tann mest róligi hundurin kann fáa ein hvøkk av fýrverki, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder