Mentan

Apan ræður

Claus Carstensen sýnir fram í Steinprenti

2018-06-27 22:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bæði bíbliuvers og føroyskur veruleiki eru partar av útgangsstøðinum á listaframsýningini Ape rules, O.K.! hjá Claus Carstensen, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 29.juni klokkan 16-18. Listamaðurin er ikki ókendur í Føroyum. Hann hevur havt fleiri framsýningar her einsamallur og saman við føroyskum listafólkum. Hann verður sjálvur til staðar til upplatingina. Í løtuni arbeiðir hann á verkstaðnum við nýggjum prentum.

Í framsýningarhølinum starir eitt stórt apuhøvd at áskoðaranum fleiri staðni í framsýningarrúminum. Verkini á framsýningini eru lutvíst knýtt at framsýningarverkætlanum, sum Claus Carstensen hevur skipað fyri seinastu árini, eitt nú Becoming Animal og Dyregørelser, men framsýningin er eisini sett saman við atliti at aktuellum føroyskum samfelagsviðurskiftum. Eitt útgangsstøði er skakandi tølini í sjónvarpssendingini, Guð signi Føroyar, sum eftir øllum at døma vísa, at bert 21% av føroyingum taka undir við menningarlæruni, meðan heili 52% av okkum trúgva uppá kreationismu, at menniskjað er skapt av Guði ella eini hægri makt.

 
 

Í framsýningarhølunum verður áskoðarin tikin á bóli av fleirtýðugu apunum við teirra opnu, aggressivu kjaftum og sorgblíða, eyma eygnabrái. Orðatakið um, at eyguni eru spegilin hjá sálini er dømi um symbolsku fatanina av eygunum – ímyndin um tað serstakt menniskjansliga er á so mangan hátt bundin at eygnabránum. Myndevnisliga fráspennið er í sonevndu "djóragerðini" – eitt hugtak hjá Carstensen, sum snýr seg um stigskifti av mentan, tilvitsku, sjálvstilviti og menniskjansskap. At menniskjað er tilvitað um, at tað ikki livir í einum opnum, endaleysum lendi, men sær hetta lendið minka støðugt – djórið sær fyri sær eitt opið, óavmarkað, tíðarleyst landslag, har tað ikki er nakað áðrenn ella aftaná og tessvegna heldur ikki finst nakað tilvit um deyðan. Sambært Carstensen er eitt aggressivt/aktivt slag og eitt passivt slag av djóragerðum. Tann óvirkna djóragerðin er merkt av einum øgiligum longsli eftir æviga lívinum. Tann aktiva djóragerðin snýr seg um at gera hini til djór soleiðis at skilja, at mann sjálv/ur er hægri í skipanini enn tey, mann niðrar. Í hesum sambandi er merkiliga víðgongdi samanburðurin hjá Prædikaranum millum menniskja og djór áhugaverdur: “Eg segði í hjarta mínum: "Tað er fyri menniskjanna skuld, fyri at Gud kann royna tey, og fyri at tey kunnu síggja, at í sær sjálvum eru tey einki annað enn dýr; tí menniskjabørnunum gongst, sum dýrunum gongst, ja, teimum gongst líka; sum dýrini doyggja, so doyggja tey, og ein og sama anda hava tey øll; menniskjað hevur einki fram um dýrini, tí alt er fáfongd.” Prædikarin, kap.3, ørindi 18 og 19.

Framsýningin Ape rules, O.K.! er at síggja í Steinprenti frá 29.6-21.7-2018.

- Steinprent

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder