Mentan

Aphaca á Voxbotn 2026

Eitt glóðheitt poppnavn úr Danmark setur kós móti Tórshavn

Apacha

Apacha

2025-11-04 12:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íár vóru tað Suspent og Minds of 99, sum vitjaðu Voxbotn konsertina í ár, sum orsaka av veðrinum varð flutt til Tjarnir.

Komandi ár verður tað eitt annað av heitastu nøvnunum á danska tónleikapallinum, sum kemur á Voxbotn, nevniliga Aphaca.

Á palli er Aphaca nærverandi – við sínum sveimandi ljóði, sterku rytmum og eyðkendu tekstum. Løturnar kennast gandakendar: rútman byggir seg upp, reglurnar sita fast, og tónarnir fara at floyma gjøgnum Vágsbotn, skriva fyrireikararnir.

Tað eru ungu menninir úr Keypmannahavn: Rumle Hueg Kærså, Bertil Engberg Nielsen, Bertram Ask Plauborg og Noah Elias Rasmussen, ið mannað bólkin Aphaca. Teir hava fylt stórar konsert- og festivalpallar kring Danmark, og vunnið hjørtuni á fjøldini við sínum sveimandi poppljóði, ið er kensluborið, melodiskt og sera fangandi.

Sanna gjøgnumbrotið kom í 2024 við “Smelter under månen” – eitt lag, ið skjótt varð millum tey mest spældu í donskum útvarpi. Síðani hava hittini “En drøm om et menneske” og “Hjertet på gaden” staðfest støðuna: Hetta er sveimandi poppur á hægsta stigi, ið setur sterkar tekstir, kenslur og dans í spæli – alt í senn.

- Vit gleða okkum at syngja, hoppa og dansa saman við Aphaca, ið verður eitt absolutt hæddarpunkt í 2026, siga fyrireikararnir.

Atgongumerkini kunnu keypast í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillet.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder