Innanlands

Apple Maps-bilar á veg hendavegin

Útgjørdir við myndatólum til Look Around tænastuna, sum er tað sama sum street view. Óvist er tó um teir seks bilarnir skulu higar ella víðari til Íslands

Tríggir hvítir bilar frá Apple Maps við kamera á takinum í bíðirøðini til Norrønu í Hirtshals

Tríggir hvítir bilar frá Apple Maps við kamera á takinum í bíðirøðini til Norrønu í Hirtshals

2024-08-06 12:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vit vita ikki, um ørindini eru at taka myndir í Føroyum, ella um bilarnir skulu víðari til Íslands.

Men føroyingar skulu kanska fyrireika seg upp á at aftur blíva fotograferaðir av bilum við serligari útgerð til at taka 360° myndir gjøgnum gøtur og vegir.

Fyrrapartin vóru ikki færri enn seks bilar frá Apple Maps sæddir í bíðirøðini at sleppa umborð á Norrønu í Hirtshals. Allir bilarnir útgjørdir við myndatóli á takinum.

Apple Maps, ið liggja á so at siga allari útgerð frá Apple, er í gongd við at útbyggja tænastuna, har ein eisini kann síggja myndir úr jørðhædd fyri á tann hátt at skoða hvussu býurin ella landslagið sær út 360°. Tænastan eitur Look Around, og er so at siga tann sama, sum Street View tænastan hjá Google Maps. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder