Uttanlands

Apple nú vert meira enn 1000 milliardir dollarar

Fyritøkan er tann fyrsta nakrantíð við virðið á meira enn eina milliard dollarar.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-02 20:33 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í gjár skrivaði Portal.fo at Apple hevði sett nýtt met og at fyritøkan var tætt við at nærkast 1000 milliardum dollarum í virðið. Í dag fór virðið á fyritøkuni uppum hetta talið. 

Partabrævið fekk í dag eitt virði á 207,05 dollarar, og tí er hon í veruleikanum verd meira enn 1000 milliardir. Fyri at rakað akkurát 1000 milliardir dollarar, sum svarar til 6734 milliardir danskar krónur, skuldi partabrævið raka 206,49. 

Partabrævið er voksið nærum 20 prosent í virðið í ár. Eins og Portalurin skrivaði í gjár, eru grundirnar til stóra vøksturin fleiri. Millum tær eru, at fyritøkan hevur havt eina serliga góða sølu í øðrum ársfjórðingi í ár og at tað væntast at sølan av Iphone X og Iphone 8 verður góð í triðja ársfjórðingi. Samstundis verður roknað við, at fyritøkan fer at kunngerða nýggjar snildfonir í septembur. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder