Uttanlands

Apple setur nýtt met á keypsskálanum

Apple er tætt við at runda 1000 milliardir dollarar í virði

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-01 20:27 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tá keypsskálin í dag opnar í New York, hækkar virðið á partabrævinum hjá Apple við 4,7 prosentum. Tað er nýtt met fyri fyritøkuna. Tá keypsskálin opnar, er virðið á partabrævinum 199,26 amerikanskar dollarar. 

Virðið á partabrævinum er hækkað 17,5 prosent í ár. Sambært TV2 er orsøkin, at fyritøkan hevur havt eina serliga góða sølu í øðrum ársfjórðingi í ár og at tað væntast at sølan av Iphone X og Iphone 8 verður góð í triðja ársfjórðingi. Samstundis verður roknað við, at fyritøkan fer at kunngerða nýggjar snildfonir í septembur. 

Um partabrævið heldur fram við at hækka rakar tað skjótt 206,49 dollarar, og tá verður fyritøkan verd 1000 milliardir amerikanskar dollarar, sum svarar til 6734 milliardir danskar krónur. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder