Mentan

Aqua-konsertin við Tjarnir av ongum

Hesum boða fyrireikararnir frá í dag. Tey sum hava keypt atgongumerki fáa pengarnar aftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-26 15:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beint fyri jól var kunngjørt, at heimskendi bólkurin Aqua fór at spæla konsert við Tjarnir 8. mars.

Í dag boðar Stage.fo, sum er fyrireikari, frá, at konsertin sum eisini fevndi um bólkar sum Hamradun, Tinganest, Jens Marna, Ester Skála og onnur, verður av ongum. Konsertin er avlýst.

Aqua var tað heilt stóra í 90'unum og hava kend løg sum til dømis Barbie Girl, Around the World og Doctor Jones, men hetta hevur ikki lokkað nóg nógvar føroyingar til konsert við Tjarnir.

Tað eru ikki nóg nógv atgongumerki seld til at tiltakið skal bera seg, og tí er avgerð tikin um at avlýsa, siga fyrireikararnir.

Fyrireikararnir harmast um støðuna men siga, at tey sum, hava keypt atgongumerki fáa pengarnar afturrindaðar. Hetta kann taka upp til fimm arbeiðsdagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder