
Arabiskir leiðarar ynskja val í palestinsku økjunum um eitt ár, um støðan loyvir tí.
Tað framgongur í uppskotinum til eina ætlan fyri enduruppbygging av Gaza, sum tíðindastovan Reuters hevur sæð.
Uppskotið er orðað av leiðarum í fleiri limalondum úr Arabisku Samgonguni, sum er ein felagsskapur við arabiskum statum. Enn er ógreitt, hvørji limalond talan er um.
Egyptiski forsetin, Abdel Fattah al-Sisi sigur, at amerikanski forsetin, Donald Trump møguleiga eisini er partur av ætlanini, og er hann vísur í, at Trump fer at vera førur fyri at skapa frið í Gazageiranum. Al-Sisi leggur afturat, at ætlanin hjá Egyptalandi eisini fer at tryggja, at palestinar verða verandi í landi teirra.
Í apríl fer Egyptaland at skipa fyri ráðstevnu um ætlanina fyri enduruppbygging av Gaza.
Sambært ST-aðalskrivaranum, António Guterres, stuðlar ST ætlanini. Sambært ætlanini fer tað at taka fimm ár at byggja Gaza uppaftur, og tað fer at kosta 53 milliardir dollarar, sum svarar til 375 milliardir krónur, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald