Innanlands

Arbeiða enn við at skipa nevndirnar

Tingfundurin bleiv tikin uppaftur klokkan 13, men enn eru nevndirnar ikki skipaðar. Freistin er tí longd til klokkan 14:30

Bjørt Samulsen, løgtingforkvinna (Mynd: Sverri Egholm)

Bjørt Samulsen, løgtingforkvinna (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-05 13:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tingingarnar um at skipa nevndirnar í løgtinginum eru ikki komnar á mál, nú klokkan bleiv 13.

Ætlanin var at taka tingfundin uppaftur tá, men enn eru nevndirnar ikki skipaðar, segði Bjørt Samuelsen, tingforkvinna.

Fundurin varð tí niðurlagdur aftur, og verður uppaftur tikin klokkan 14:30, tá tingfólkini væntandi eru samd um hvussu nevndirnar skulu skipast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder