Ferðsluljósini við Hvítanesvegin og Eystara ringveg hava skjótt verið virkin í eina viku. Eygleiðingarnar vísa, at ferðslan glíður væl í sjálvum vegamótinum.
Arbeitt verður tó støðugt vit at gera tillagingar, sum kunna fáa ferðsluna at glíða enn betur, og at stytta um bíðitíðirnar í bilrøðunum.
Nakað av trupulleikum eru við longum bilrøðum á Eystara Ringvegi á teininum yviri við Strond í seinnaparts-meldrinum. Her hava bíðirøðirnar strekt seg heilt yvir til Hoydalsvegin, so ferðslan har eisini hevur verið tarnað.
Her verður arbeitt við eini loysn at leingja tíðarskeiðið, har hesi fáa grønt ljós. Hetta má loysast saman við veitaranum, sum ikki hevur fólk tøkt til hetta fyrr enn fyrst í komandi viku.
Uppmerkingin á Eystara Ringvegi, á teininum frá rundkoyringini á Hálsi oman móti ferðsluljósunum, verður broytt, so at tvídeilda bilrøðin (kanaliseringin) á hesum teini verður meir enn tvífalt so long.
Tey, sum eru til gongu, skulu eisini venja seg við at nýta knøttin til "grøna gongumannin", so tey ikki bíða til fánýtis eftir at sleppa yvir um gonguteigin.
So hvørt sum bilførararnir hava vant seg við skipanina, verður roknað við, at ferðslan í vegamótinum fer at ganga nakað betur.
Tekniska deild hjá Tórshavnar kommunu metir, at tað enn er ov tíðliga at taka støðu til at mæla til at framskunda endaligu ætlanina við vegamótinum.
Í endaligu loysnini vera tvídeildar bíðirøðir í allar ferðslurætningar og tá verða sjálvi sporini bæði breiðari og longri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald