Fyrr í vikuni frættist á Portalinum at arbeitt verður við innandura høll í Sandavági. Sum skilst er ætlanin at gera eina høll í grótbrotinum í Sandavági, men ongin vil siga, hvussu langt er komið við ætlanini.
Portalurin hevur verið í sambandi við borgarstjóran í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, men hon hevði ongar viðmerkingar til málið. Onnur, sum Portalurin hevur tosað við, vístu víðari til Sandavágs Timburhandil. Sum skilst er Sandavágs Timburhandil biðin um at koma við einum tilboði uppá arbeiði, men heldur ikki nakar frá timburhandlinum vildi gera viðmerkingar.
Ongin avvísti tó, at arbeitt varð við at gera høllina.
Tað varð tó sagt frá, at ætlanin er at ein møgulig høll skal rekast í einum sjálvsognarstovni og ikki vera kommunal burturav.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald