Í desember mánaði byrjaði arbeiðið við at gera nýggjar ljósmastrar við fótbóltsvøllin á Eiðinum í Vági, og eftir ætlan verður arbeiðið liðugt í apríl ella mai, um arbeiðsgongdin heldur fram sum ætlað.
Fyrsta stigið í arbeiðinum var at grava út fyri mastrunum, og tað er fyritøkan Norcon úr Vági, sum stendur fyri hesum arbeiðinum.
Í alt verða settar upp fýra ljósmastrar, sum eru 21 metrar høgar. Ljósstyrkin verður 500 lux, sum tryggjar gott og javnt ljós á vøllinum og betrar um umstøðurnar til bæði venjing og dystir.
Luma Lysteknik/ Musco er veitari av bæði ljósum og mastrum, og við hesum átakinum verður fótbóltsvøllurin á Eiðinum munandi dagførdur til gleði fyri brúkarar og áskoðarar, skrivar Vágs kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald