Innanlands

Arbeiðið við Djúpumýru ávirkar ferðsluna á Bøgøtu

Klaksvíkar kommuna heitir á bilførarar um at hugsa seg um hvar teir stilla bilin

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-02-21 10:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í samband við at arbeitt verður kring vøllin við Djúpumýru í Klaksvík, verður ferðslan á Bøgøtu einvegis suðureftir (bussar undantiknir) frá 20. februar 2019 og til arbeiði er liðugt. Heitt verður á bilførarar, um ikki at parkera bilar á økinum fram við vestaru síðu (Millum Atlantis og KÍ høllina).

Arbeitt hevur verið kring vøllin í eina tíð, og abeiðið, sum nú fer í gongd, er at leggja undirstøðið til nýggju ljósmastrarnar. Hetta er alt liður í arbeiðinum, sum skal tryggja, at økið rundan um vøllin verður nútímans gjørt, og somuleiðis góðkent til altjóða dystir, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder