
Tórshavnar kommuna: Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd, greiddu frá ætlanunum í dalinum, áðrenn farið varð at planta.
Byrjað varð í fimleikahøllini í Hoyvíkar skúla við kaffi og morgunbreyði afturvið, og síðani fóru øll at gróðurseta.
Beint fyri páskir varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Urtagarðstænastuna um at gera ætlaða náttúruøkið í Dalinum langa, sum býráðið samtykti at fara undir beint fyri jól 2022.
Ætlanin varð boðin út til fýra veitarar, ið allir lótu inn tilboð. Eftir viðgerð av innkomnum tilboðum fall valið á Urtagarðstænastuna.
Náttúruøkið verður skipað við gróðurseting, soleiðis at økið í støðum er tætt, fjálgt og viðarlundakent og í støðum opnari, so dalurin og vátlendi í stóran mun verða varðveitt.
Tilsamans verða væntandi umleið 50.000 trø plantað í økinum. Tórshavnar kommuna hevur í sambandi við ætlanina samskift við vinnugrannar um eisini at luttaka í plantingini, sum er í økinum uppat vinnustykkjunum eystanfyri Dalin langa.
Í náttúruøkinum verða fleiri gonguleiðir, uppihaldsøki, rørslu- og spæliøki, so økið verður framúr ískoyti til trivnað fyri borgarar. Nú er sáttmáli undirskrivaður við Urtagarðstænastuna, og arbeiðið farið í gongd. Ætlanin verður væntandi liðug á sumri í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald