1,2% vóru arbeiðsleys í apríl í ár. Fyri einum ári síðani var talið 2,2%. Arbeiðsloysið, sum hevur verið støðugt minkandi seinastu 7-8 árini, minkar nú ikki við somu ferð sum áður, skrivar heimasíðan hjá Hagstovu Føroya.
Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.
Í apríl var arbeiðsloysið tódnað niður í 1% hjá monnunum og 1,4% hjá kvinnunum. Sama mánað í fjør var tað 2% hjá monnum og 2,5% hjá kvinnum. Arbeiðsloysið hevur verið støðugt minkandi bæði hjá monnum og kvinnum seinastu árini og munurin millum kynini er minkaður seinastu trý árini.
Arbeiðsloysið er minkað í øllum økjum í mun til sama mánað í fjør. Lægst er arbeiðsloysið í Eysturoy og Norðoyggjum, har tað er ávíkavist 0,6% og 0,7%.
Í øllum aldursbólkum er arbeiðsloysið minkað í mun til í fjør. Í apríl var minst arbeiðsloysi millum tey sum vóru 45-54 ár við 0,7%. Hægst var tað hjá teimum millum 25-34 ára gomlu við 1,8%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald