Innanlands

Arbeiðsloysið er metlágt

Arbeiðsloysið er minkað niður í 1,1%

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-03-27 09:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arbeiðsloysið er minkað niður í helvt farna árið, og er nú metlátgt. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya.

Í januar 2019 var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,1%, samanborið við 2,2% fyri einum ári frammanundan. Hjá mannfólki var arbeiðsloysið 0,9% og hjá konufólki 1,3%. Í tali var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 323 persónar í januar í ár, tað eru 302 færri enn sama mánað í fjør.

Hetta er tað minsta, sum nakrantíð er gjørt upp. Frammanundan var tað minsta í juni 2008 við 333 persónum, svarandi til 1,2%.

[object Object]

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá januar 2018 til januar 2019, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

209[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder