Nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at arbeiðsloysið er minkað í øllum sýslum hetta farna 12-mánaðar skeiðið. Størsta minkingin er í Suðuroy úr 4,7% niður 2,2%. T.v.s. við meira enn eini helvt. Lutfalsliga er hetta størsta minkingin samanborið við hini økini í landinum, og munurin er nú ikki so stórur millum Suðuroy og hini økini.
Javnt minst er arbeiðsloysið í Norðoyggjum, Eysturoy, Norðstreymi og Vágum,, har tað er millum 0,6 – 0,9%.
So er eitt lítið glopp upp til Sandoyar og Suðurstreymoyar økið við 1,3 - 1,4%.
Størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 2,2%.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoy við 0,5%. Hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 2,8%.
Verður hugt nøkur ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað nógv. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað eru ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað hevur ligið langt oman fyri støðuna í landinum annars, men nú er tann munurin minkaður nógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald