Innanlands

Arbeiðsloysið er nú minkað niður í 1,2%

256 færri persónar vóru í fulltíðararbeiðsloysið í desember enn sama mánað í 2017

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-02-27 10:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arbeiðsloysið í Føroyum er nú minkað heilt niður í 1,2%. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.

Í desembur 2018 var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,2%, samanborið við 1,3% mánaðin frammanundan og 2,2% fyri einum ári frammanundan.

Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 363 persónar í desembur í ár, tað eru 256 færri enn sama mánað í fjør.

[object Object]

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá desembur 2017 til desembur 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder