Innanlands

Arbeiðsloysið framvegis søguliga lágt

Í november var arbeiðsloysið 0,7 prosent bæði hjá monnum og kvinnum. Tað svarar til 120 fulltíðararbeiðsleysar menn og 100 kvinnur. Tað er serliga lágt í Eysturoynni og á Vágoynni - hægst er tað á Sandoynni

2023-01-04 11:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arbeiðsloysið var 0,7 prosent í november 2022. 

Hetta hevur Hagstovan kunngjørt fyrrapartin, og svarar hetta til 220 fulltíðararbeiðsleys, og er tað enn á einum søguliga lágum stigi. 

Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,8 prosent í november í 2021, ið svarar til 250 fulltíðararbeiðsleys. Í november 2020, tá koronafarsóttin framvegis ávirkaði meira, vóru 1,4 prosent fulltíðararbeiðsleys.

Hagstovan lýsir ein fulltíðararbeiðsleysan sum ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í november vóru samanlagt 285 persónar raktir av arbeiðsloysi.

- Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysinakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.

[object Object]

Sama tal fyri menn og kvinnur - læsgst í Eysturoynni og í Vágunum

Hagstovan upplýsir eisini, at í november var arbeiðsloysið 0,7 prosent bæði hjá monnum og kvinnum. Tað svarar til 120 fulltíðararbeiðsleysar menn og 100 kvinnur. Sama mánað í 2021 var arbeiðsloysið 0,9 prosent hjá monnum og 0,7 prosent hjá kvinnum.

Um hugt verður eftir økjum í landinum, so var arbeiðsloysi lægst á tveimum oyggjum í novermber:  Tað var í Vágum og Eysturoynni við 0,4 proent. Í Sandoynni var arbeiðsloysið hægst - tó bert 1,7 prosent.

Arbeiðsloysi er lægst millum tey 45-54 ára gomlu (0,5 prosent) og hægst millum tey 25-34 ára gomlu, har tað er júst eitt prosent. 

[object Object]


[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder