Hóast arbeiðsloysið hjá kvinnum er væl hægri enn hjá monnum, so er munurin minkandi. Nú er arbeiðsloysið hjá kvinnum bert ein fjórðing hægri enn hjá monnum. Tað siga tølini hjá Hagstovu Føroya, nú apríl mánaður er roknaður uppí. Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, men síðstu tvey árini hevur munurin verið so at siga óbroyttur – tó so, at síðani ársskiftið er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,7 niður í 2,6%, meðan tað er vaksið hjá monnum úr 1,7 upp í 1,9%. Kvinnuarbeiðsloysið er tó framvegis munandi størri enn hjá monnum, nú við stívliga einum fjórðingi.
Javnt lágt arbeiðsloysi í øllum aldursbólkum yvir 35 ár
Javnt minsta arbeiðsloysið við 1,7 – 2,0% er í øllum aldursbólkunum yvir 35 ár. Tað er nakað hægri hjá teim yngstu 16-24 ára gomlu við 2,7%, og enn hægri hjá aldursbólkinum 25-34 ára gomul við 3,2%, har tað er serliga høgt hjá konufólkunum við 4,1%. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum 25-34 ára gomlu eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald