Innanlands

Arbeiðsloysið í januar var 0,8 prosent

Hetta svarar til 249 fulltíðararbeiðsleys, og er tað lægri enn í januar í fjør, tá arbeiðsloysið var eitt prosent

(savnsmynd: Shutterstock)

(savnsmynd: Shutterstock)

2023-02-22 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í januar var arbeiðsloysið í Føroyum 0,8 prosent, ið svarar til 249 fulltíðararbeiðsleys. Tað er lægri enn í januar í fjør, tá arbeiðsloysið var eitt prosent, ið svarar til 288 fulltíðararbeiðsleys.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi. Í januar vóru 284 persónar raktir av arbeiðsloysi, skrivar Hagstovan.

Arbeiðsloysið hevur verið støðugt minkandi seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið tó nakað, tá koronufarsóttin rakti, men síðani er tað minkað aftur.

Í januar var arbeiðsloysið 0,8 prosent bæði hjá monnum og kvinnum. Tað svarar til 130 fulltíðararbeiðsleysar menn og 119 kvinnur. Sama mánað í 2022 var arbeiðsloysið eitt prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum.

Arbeiðsloysið í januar var lægst í Eysturoynni og í Vágum – avikavíst 0,4 og 0,5 prosent. Arbeiðsloysið var hægst í Sandoynni – tvey prosent.

Í januar vóru 34 persónar ella 12 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Hetta merkir, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2022 vóru 53 persónar ella 16 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder