Arbeiðsloysið í Føroyum er nú minkað niður í 1,4%. Tað skrivar Hagstova Føroya um nýggjastu uppgerðina fyri arbeiðsloysið. Í oktobur var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,4%, samanborið við 1,5% mánaðin frammanundan og 2,3% fyri einum ári frammanundan. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 387 persónar í oktobur í ár, tað eru 266 færri enn sama mánað í fjør. Størsta broytingin í arbeiðsloysinum er í Suðuroy, har tað nú er 2,3% samanborið við 5,3% sama mánað í fjør. Munurin millum kynini er minkaður nógv, har arbeiðsloysið hjá monnum nú er 1,2% og hjá kvinnum 1,5%, tað lægsta nakrantíð.
Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.
Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá oktobur 2017 til oktobur 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.
Munurin millum kynini er minkaður nógv
Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, men síðstu tvey-trý árini hevur munurin verið so at siga óbroyttur – tó so, at síðani ársskiftið er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,8 niður í 1,5%, meðan tað er minkað hjá monnum úr 1,7 niður í 1,2%.
Arbeiðsloysi minst hjá teim yngstu og teim í miðjum aldri
Minsta arbeiðsloysið við 0,9% er í yngsta aldursbólkinum 16-24 ár og teimum í miðjum aldri 45-54 ár. Hægst er tað hjá teim 25-34 ára gomlu við 1,7%. Serliga stórur er munurin millum kynini júst í hesum aldursbólkinum 25-34, har tað er meir enn dupult so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald