Uttanlands

Iran: Nærkast ikki avtalu við USA

Framstig eru tó gjørd, ásannar talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum – Amerikanski forsetin hevur heitt á semingsfólk um ikki at skunda sær

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-25 10:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast framstig eru gjørd, nærkast Iran og USA ikki einari avtalu, sigur Emsaeil Baghaei, talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum.

Samráðingarnar hjá Iran snúgva seg um at fáa ein enda á krígnum og ikki um at steðga iransku kjarnorkuætlanini.

Um vikuskiftið boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump annars frá, at ein avtala var við at koma uppá pláss, men seinni segði Trump, at hann hevði heitt á semingsfólk síni um ikki at skunda sær.

– Samráðingarnar halda fram á ein rættan og uppbyggjandi hátt, og eg havi heitt á umboðsfólk míni um ikki at skunda eina avtalu ígjøgnum. Tíðin er á okkara síðu, segði Trump í gjár sambært Ritzau.

Trump segði leygardagin at ein rammuavtala varð við at koma uppá pláss.

Les eisini: Avtala við at koma uppá pláss millum USA og Iran

Sambært iranska uttanríkismálaráðnum hevur avtalan 14 punkt, sum m.a. snúgva seg um, at Hormuzsundið verður latið uppaftur. Eisini verður ein skiftistíð á 60 dagar, har samráðast skal um fleiri evni, m.a. kjarnorku.

Les eisini: Iranar og amerikanarar enn ikki samdir um alt


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder