Arbeiðsloysið í Føroyum er nú minkað niður í 1,4%. Hyggja vit eftir hvussu arbeiðsloysið er minkað runt landið, er nógv tann størsta minkingin í Suðuroy.
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið. Størsta minkingin er í Suðuroy úr 5,3% niður 2,3%. T.v.s. við meira enn eini helvt. Lutfalsliga er hetta størsta minkingin samanborið við hini økini í landinum, og munurin er nú ikki so stórur millum Suðuroy og hini økini, skrivar Hagstova Føroya um nýggjastu tølini.
Javnt minst er arbeiðsloysið í Norðoyggjum, Norðstreymi og Eysturoy, har tað er millum 0,7 – 0,8%.
So er eitt lítið glopp upp til Vága, Sandoyar og Suðurstreymoyar økið við 1,2 - 1,5%.
Størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 2,3%.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðstreymi við 0,5% og hjá monnum í Eysturoy við 0,6%. Hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 3,0%.
Verður hugt nøkur ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað nógv. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað eru ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað hevur ligið langt oman fyri støðuna í landinum annars, men nú er tann munurin minkaður nógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald