Í novembur var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,3%. Hetta vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya. Fyri einum ári síðani var talið 2,2%. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 368 persónar í, tað eru 247 færri enn sama mánað í fjør.
Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.
Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá novembur 2017 til novembur 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.
Arbeiðsloysi minst hjá teim yngstu
Minsta arbeiðsloysið er í yngsta aldursbólkinum 16-24 ár við 0,8% og teimum í miðjum aldri 45-54 ár við 0,9%. Hægst er tað hjá teim 25-34 ára gomlu við 1,6%. Serliga stórur er munurin millum kynini júst í hesum aldursbólkinum 25-34, har tað eisini er dupult so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald