Innanlands

Arbeiðsmarknaðurin við eitt vegamót?

Týsdagin á Jobmatch fara Hagstovan, Landsbankin og Gjaldstovan í felag at geva hvør sítt fakliga boð upp á framtíðar arbeiðsmarknaðin

Jobmatch verður við Tjarnir týsdagin 30. desember (Savnsmynd)

Jobmatch verður við Tjarnir týsdagin 30. desember (Savnsmynd)

2025-12-29 12:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit standa við eitt vegamót. Nýggj tøl vísa, at fólkasamansetingin er skeiklað. Vit senda okkara ungu uttanlands at lesa, men fáa ov fá heim aftur. Samstundis innflytur vinnan útlendska arbeiðsmegi fyri at halda hjólunum koyrandi.

Alt hetta hendir, meðan trýstið á vælferðartænasturnar veksur, og vit gerast færri at lyfta uppgávurnar.

Roknistykkið gongur ikki upp. Men ber til at venda gongdini og menna eitt haldført vælferðarsamfelag, um vit varðveita tey ungu í Føroyum og brúka tøkni til at gerast munandi meira effektiv.

Týsdagin á Jobmatch fara Hagstovan, Landsbankin og Gjaldstovan í felag at seta tøl á veruleikan og geva hvør sítt fakliga boð upp á framtíðar arbeiðsmarknaðin.

Kavað verður niður í tølini um flyting, kyn og útlendska arbeiðsmegi, og víst verður á, hvørjir spennandi møguleikar og avbjóðingar eru hjá tí almenna.

Hetta er ein framløga til tey, sum vil vita, hvar føroyska samfelagið veruliga er á veg. Øll eru vælkomin á Jobmatch at lurta.

Framløgan verður týsdagin 30. desember kl. 13 á Jobmatch við Tjarnir.

Gjaldstovan, Landsbankin og Hagstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder