Innanlands

Arbeiðsformenninir fáa spildurnýggj arbeiðshøli

Arbeiðshølini skulu standa liðug í ár

Arbeiðsformenninir hava hildið til í bingjum við liðina á maskinhøllini við Oyggjarvegin. Nú verða umstøðurnar betraðar (Mynd: Google)

Arbeiðsformenninir hava hildið til í bingjum við liðina á maskinhøllini við Oyggjarvegin. Nú verða umstøðurnar betraðar (Mynd: Google)

2019-03-05 14:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú fáa arbeiðsformenninir hjá Tórshavnar kommunu nýggj arbeiðshøli. Hetta samtykti býráðið á seinasta býráðsfundi.

Í fleiri ár hava nakrar bingjur staðið við liðina á maskinhøllini við Oyggjarvegin, og í hesum bingjum hava arbeiðsformenninir hildið til. Nú verða umstøðurnar betraðar munandi. Nýggi bygningurin verður 240 m2.

Arbeiðið at byggja arbeiðsformonnunum nýggj høli verður boðið út í høvuðsarbeiðstøku. Arbeiðið byrjar í ár og skal eisini verða liðugt í ár, skrivar kommunan.

Býráðið hevur samtykt at játta 5 milliónir krónur til nýggju hølini, sum arbeiðsformenninir fara at brúka gerandis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder