Innanlands

Arbeiðsóhapp á Sundi

Tað gekk galið, meðan tveir mans skiftu eina stóra hurð. Báðir fingu skaða í armarnar og fóru á sjúkrahús, men tíbetur var talan ikki um so álvarsamar skaðar

Armarnir vóru undir, og tað var skjótt greitt, at menninir høvdu fingið onkrar skaðar. Neyðugt varð at flyta annan á sjúkrahús við sjúkrabili, meðan hin sjálvur kom fram (Mynd: Sverri Egholm)

Armarnir vóru undir, og tað var skjótt greitt, at menninir høvdu fingið onkrar skaðar. Neyðugt varð at flyta annan á sjúkrahús við sjúkrabili, meðan hin sjálvur kom fram (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-04 09:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seint fyrrapartin týsdagin kom fráboðan um, at eitt arbeiðsóhapp var hent. Hetta var á verkinum hjá SEV á Sundi.

Tveir mans vóru í gongd við at skifta eina stóra hurð. Talan var um eina garasjuhurð. Brádliga slitnaði ein veirur, og teir fingu hurðina á seg, greiðir vatktleiðarin á løgreglustøðini frá.

Armarnir vóru undir, og tað var skjótt greitt, at menninir høvdu fingið onkrar skaðar. 

Neyðugt varð at flyta annan á sjúkrahús við sjúkrabili, meðan hin sjálvur kom fram.

Á Landssjúkrahúsinum varð staðfesti, at einki varð brotið hjá arbeiðsmonnunum. Teir hava tað eftir umstøðunum gott, staðfestir vatkleiðarin.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder