Skúlablaðið: Dagurin í morgin byrjar klokkan 9.00 við at Pál Weihe, yvirlækni á Heilsugranskingareindini og Medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum og professari á Fróðskaparsetrinum, hevur eitt innlegg. Síðan fær Henriette Bjørn Nielsen, granskingarleiðari á det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø (NFA) í Danmark, orðið. Yvirskriftin á hennara innleggi eitur ”Granskingarvirksemið hjá NFA, og hvussu verður tað nýtt”.
Bo Netterstrøm, seniorgranskari og lækni, er á skránni klokkan 9.30 við evninum ”Psykososialt arbeiðsumhvørvi við serligum atliti at strongd”. Eftir kaffisteðgin hevur Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og adjunktur á Fróðskaparsetrinum, framløgu við yvirskriftini ”Psykososiala arbeiðsumhvørvið í Føroyum við serligum atliti at ungum arbeiðstakarum”.
Rúni Bláfoss, phd og granskari á NFA, er á skránni klokkan 10.45. Hansara framløga eitur ”Likamliga arbeiðsumhvørvið í Føroyum”.
Síðan kemur Thomas Clausen, phd og seniorgranskari á NFA, & Simone Vestergaard Christiansen, sálarfrøðingur og vísindaligt starvsfólk á NFA. Teirra framløga eitur ”Samanberingar millum føroyska og danska psykososiala arbeiðsumhvørvið”.
Tíð er til spurningar og kjak klokkan 11.45. Tiltakið er liðugt klokkan 12.00.
Fakfelagssamstarvið skipar fyri fakliga degnum.
Limirnir í Fakfelagssamstarvinum eru Starvsfelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald