Uttanlands

Argentina: Gera enn eina roynd at fáa fría fosturtøku

Argentina er heldur konservativt, tá tað kemur til fosturtøku, men forsetin, Alberto Fernandez ætlar at leggja fram lógaruppskot um fría fosturtøku í næstum

Mótmælisfólk í Buenos Aires krevja fría fosturtøku (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk í Buenos Aires krevja fría fosturtøku (Mynd: EPA)

2020-03-02 16:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Innan tíggju dagar ætlar forsetin í Argentina, Alberto Fernandez, at leggja fram lógaruppskot um at loyva fríari fosturtøku.

Tað segði hann við argentinsku kongressina í gjár.

– Í 21. øld eigur eitthvørt samfelag at virða avgerðina hjá einstaklingum í mun til teirra egna kropp, sigur hann sambært Ritzau.

Eins og restin av Latínamerika, er Argentina konservativt í mun til fosturtøkuspurningin. Í dag kann ein kvinna bert fáa fosturtøku í Argentina, um hon hevur verið útsett fyri neyðtøku, ella um lív hennara er í vanda. Sjálvt í hesum førum, kann tað verða torført hjá kvinnum at fáa fosturtøku.

Í 2018 vrakaði senatið í Argentina eitt lógaruppskot um at loyva fosturtøku fram til 14. viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder