Ítróttur

Argentina víðari á dramtiskan hátt

Argentina avgjørdi dystin seint í St. Pætursborg, og harvið eru Messi og co. víðari

Lionel Messi fagnar matchvinnaranum Marcos Rojo. Hesir báðir vóru málskjúttarnir í 2-1 sigrinum á Nigeria í kvøld
(Mynd: EPA)

Lionel Messi fagnar matchvinnaranum Marcos Rojo. Hesir báðir vóru málskjúttarnir í 2-1 sigrinum á Nigeria í kvøld (Mynd: EPA)

2018-06-26 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani HM er farið í gongd hevur argentinska liðið verið í mótvindi. Fyrst var tað 1-1 javnleikurin ímóti Íslandi; síðani gjørdi kroatar Argentina fyri skommum í  einum 3-0 sigri.

Les eisini: Íslendingar ov stuttir

Røddir vóru frammi um, at Jorge Sampaoli hevði fullkomiliga mist takið, og at karismatiski venjarin fór at verða sekkjaður ella missa alt vald yvir liðupstilling og øðrum. Lionel Messi og allir hinir hava verið úti fyri ógvusligum atfinningum í landinum, har fótbóltur næstan er alt. 

Setningurin hjá Argentina var greiður í St. Pætursborg: Ein sigur var tað einasta, ið Argentina kundi brúka. Møguliga var neyðut at vinna við fleiri málum. 

Argetina var eisini betri enn Nigeria í 1.hálvleiki; serliga fyrsta hálva tíman, har spælið var tað besta hjá suðuramerikanarunum higartil. Messi sá vælupplagdir, og í 14.minutti sendi Ever Banega, sum í dag hevði fingið møguleikan á miðvøllin, ein góðan bólt innum verjuna. Messi tók bóltin sera væl niður, meðan hann var í ferð, og við høgra beininum smekkaði hann bóltin í málið.

Messi og Argentina hildu fram, men Nigeria fekk so líðandi spælt seg betri inn í dystin. Fimm minuttir inn í 2.hálvleik varð dømt fyri brotsspark til vesturafrikanararnir, tá dómarin Cakir, metti at Javier Macherano helt ov nógv í samband við eitt hornaspark. Victor Moses var sera tryggur, og so var 1-1.

Nigeria hevði nóg mikið við javnleiki, og legði seg so líðandi longur aftur á vøllinum, og hugsavnaðu seg um, at geva Messi so lítið pláss sum møguligt. Og Argentina komu ikki til nógvar góðar møguleikar, meðan Musa og hinir vóru vandamiklir uppá umstillingar. Men Nigeria fekk ikki lukkað dystin, og so vóru teir revsaðir. 

Í 86.minutti legði Mercado innfyri úr høgru, og har var Marcos Rojo komin framvið. Manchester United-leikarin setti bóltin sera væl niður í longra málhorn, og so var sera stórur fagnaður á leikarum, Sampaoli og teimum mongu argentinsku áskoðaraunum; harímillum Diego Maradona.

Argentina helt fast, Ísland mengaði ikki at skora í Rostov og stóra fótbóltslandið er harvið víðari. Ein stórur lætti og gleði í argentinsku leguni, tá dómarin floytaði av. Argentina vísti flottan moral, arbeiddu hart og reistu seg harvið. Í áttandapartsfinaluni skulu argentinarar møta Fraklandi.  

Á nigerianska liðnum eru teir sera vónbrotnir; nakrar minuttir frá at koma víðari, men teir mistu á stokkinum. Nigeria vildi eisini hava brotsspark tíggju minuttir fyri tíð, tá bólturin kom á hondina hjá Rojo. Men eftir at hava hugt eftir VAR, so avgjørdi dómarin, at brotsspark ikki skuldi dømast.

Argentina - Nigeria 2-1(1-0)

Endastøðan í Bólkur D:

Kroatia 6 (+6)
Argentina 4 (-2)
Nigeria 3 (-1)
Ísland 1 (-3)

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder