
Fríggjadagin 21. mars letur upp framsýning við Finleifi Mortensen í "Gallarí Á Stongunum" á eystara armi av Klaksvíkini
Byrjað verður við fernisering fríggjadagin frá klokkan 17.
Rani Nolsøe sigur nøkur orð og fer eisini at framføra nakrar sangir. Aftaná
verður ábit, og framsýningin er opin til klokkan 20.
Annars verður framsýningin hjá Finleifi Mortensen í Klaksvík opin millum klokkan 15 og 19 hvønn dag millum 22. mars og 30. mars klokkan 15-19.
Finleif Mortensen er uppvaksin á Argjum. Hann sýndi á fyrsta sinni fram á
Ólavsøkuframsýningini í 1985. Síðani tá hevur hann havt nógvar framsýningar í Føroyum, Danmark og Íslandi.
Finleif arbeiðir burturav við málningalist. Íblásturin kemur í stóran mun frá stórbæru føroysku náttúruni - lítlu føroysku bygdunum millum himmal og hav, umgyrdar av høgum fjøllum og skiftandi ljósi.
- Finleif hevur tveir mátar at útrykkja seg uppá. Tað figurativa landslagið og tann abstrakta sansaliga kompositiónin. Tvey listasnið, sum vanliga hava verið uppfatað at standa í mótsøgn til hvørt annað. Tað eina byggir á eygleiðingar og endurgevingar av veruleikanum “har úti,” meðan hitt byggir á eina samansavnan av týðiligum formum og klárum litum á egnum fortreytum. Tað vil siga, at tað er í størri ella minni mun treytað av tí sædda.
Eins og við impressionistunum sæst í listaverkum Finleifs arbeiði við at loysa sundur týðuligar linjur sum ein avleiðing av tí støðugt skiftandi ljósinum. Úrslitið er ein sameining av náttúrunnar egnu litum við einum undirtóna av nøkrum støðuleysum og poetiskum. Eitt abstrakt úttrykk, har ein hómar naturalistisku figurasjónina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald