Innanlands

Arktis er ikki á skránni millum Mette og Biden

Tað verður heldur ikki tosað um føroysk ella grønlendsk vikurskifti uttan at Aksel V. Johannesen og Múte B. Egede eru við

Í fjør var ríkisfundurin hildin í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í fjør var ríkisfundurin hildin í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-05 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um arktisk vikurskifti vórðu tikin upp á mál, ella grønlendsk og føroysk, so skuldu Múte B. Egede og Aksel V. Johannesen verið við á fundinum í Hvítu húsunum í dag.

Men av tí at teir ikki eru við, verða mál, ið snúgva seg um Arktis, Grønland og Føroyar ikki tikin fram.

Tað sigur Múte B. Egede, grønlendski landsstýrisformaðurin, í dag í samrøðu við miðilin Sermitsiaq, nú gjørt verður klárt til ríkisfund seinni í vikuni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er longu komin til Grønlands, og Mette Frederiksen kemur væntandi í morgin eftir fundin í Washington.

Satt at siga, so nevnir grønlendski landsstýrisformaðurin ikki Føroyar í samrøðuni við Sermitsiaq, men tað er okkara niðurstøða, at hetta fyrivarnið eisini er galdandi, um talan skuldi verið um føroysk vikurskifti.

Við Sermitsiaq sigur Múte B. Egede:

- Vit hava eina greiða avtalu um, at tað ikki verður tosað um Arktis, tá vit ikki eru við. Um tað kemur upp, so sigur Mette Frederiksen við Joe Biden, at tað ikki verður tosað um Grønland uttan at grønlendingar eisini eru til staðar.

Ónøgd yvir Lars Løkke

Ríkisfundurin millum Múte B. Egede, Aksel V. Johannesen og Mette Frederiksen verður mikudagin, og tá verða ymisk viðurskifti í samstarvinum á skránni. Grønlendski landsstýrisformaðurin nevnir serliga ein danskan ráðharra, sum ikki hevur víst nóg stóra virðing fyri Grønlandi í seinastuni.

Tað er Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, sum hevur tilnevnt ein arktiskan sendiharra, sum onki tilknýti hevur til Grønland, og hetta er fallið grønlendingum fyri bróstið.

Múte B. Egede heldur eisini, at tað eru ting, ið uttanríkisráðharrin hevur sagt, ið vóru betri ósøgd.

- Tað er óhoyrt, at ein danskur uttanríksiráðharri sigur, at eitt grønlendskt ynski um sjálvstýri ikki er realistiskt. Harafturat hevur hann ein hugburð, ið ikki er gagnligur fyri samstarvið, sum vit byrjaðu við undanfarnu stjórnina hjá Mette Frederiksen um at virða okkara ynski. Tá varð lurtað eftir okkum, og vit høvdu eitt mennandi samskifti, sigur hann. 

Á ríkisfundinum skulu leiðararnir tosa um geopolitisku støðuna í heiminum og um ymsar avbjóðingar í ríkisfelagsskapinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder