Innanlands

Arktisku borgarstjórarnir hittast í Havn næstu ferð

Borgarstjórar úr níggju arktiskum londum koma til Havnar 8. oktober

Annika Olsen verður vertur tá arktisku borgarstjórarnir hittast aftur í heyst

Annika Olsen verður vertur tá arktisku borgarstjórarnir hittast aftur í heyst

2020-01-27 17:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Felagsskapurin fyri borgarstjórar í arktisku londunum hevur á fundi í Tromsø í Norðurnoregi viðgjørt felags áhugamál, sum býir í Arktiska økinum hava.

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, var við á fundinum, har avgerð eisini bleiv tikin um, at næsta tiltakið og fundurin hjá Arctic Mayors’ Forum verður í Havn.

Borgarstjórar úr øllum níggju londunum í Arktis koma til Havnar hósdagin 8. oktober 2020. Talan er um borgarstjórar úr USA, Kanada, Russlandi, Grønlandi, Noregi, Íslandi, Finnlandi, Svøríki umframt Tórshavn.

- Føroyar eru nú veruliga við í arktiskum samanhangi við sjálvstøðugari rødd. Her eru 16 borgarstjórar úr øllum londunum í Arktis. Tað hevur stóran týdning, at fundurin verður í Føroyum fyri at varpa ljós á, hvat Havnin er, og Føroyar eru. Hetta er eitt gylt høvi hjá okkum at vísa á møguleikarnar, sum vit hava at bjóða, sigur Annika Olsen, borgarstjóri við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.

Arktisk Mayors’ Forum er lokala røddin í arktiskum politikki. Arbeitt verður við at fáa Arctic Mayors’ Forum eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum til tess at fáa lokala atlitið við í framtíðina í Arktis. Hetta verður eitt av málunum á skrá, tá ið borgarstjórar úr arktisku londunum hittast í Havn til heystar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder