2018-08-01 13:36
Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri hesi serligu guðstænastu. Undirtøkan árini frammanundan hevur verið framúr góð, og í fjør varð mett, at eini 600 fólk luttóku í guðstænastuni.
Eins og árini frammanundan fer Vestmanna sangkór at luttaka undir guðstænastuni, eins og Eiðis Ljómfelag, sum hesa ferð verður styrkt við spælarum aðrastaðni frá eisini, kemur at seta sín dám á.
Í ár fer Emil Olsen, prestur í Eiðis prestagjaldi, at prædika, og orgulundirspælið undir sálmunum hevur Gudmund Mortensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald