Mentan

Árliga rekkjukoyringin verður í kvøld

Tollaksmessukvøld er siðvenja hjá fleiri at koyra rekkjukoyring í Vágum. Byrjað verður kl. 23

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2025-12-23 15:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 23 í kvøld verður árliga rekkjukoyringin í Vágum. Bilarnir savnast við FK-handilin í Miðvági og síðani verður koyrt runt í oynni.

Hetta skrivar jn.fo.

Okkurt árið hava 200 bilar verið við í langu bilrøðini, men í fjør vóru nakað færri. Einir 150 bilar.

Rekkjukoyring var á fyrsta sinni í Vágum í 1998 og vanligt er at fólk kring alt landið koma vestur at luttaka.

[object Object]Bilrøðin er ofta lang (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder