Innanlands

Árliga tiltakið Visit Faroe Islands sett í gongd

50 umboð úr 16 ymiskum londum kring heimin luttaka á tiltakinum

Mynd: Visit Faroe Islands

Mynd: Visit Faroe Islands

2019-05-03 17:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga Visit Faroe Islands tiltakið byrjaði í gjár, hósdagin 2. mai. Hetta er 13. árið á rað, at ferðavinnan í Føroyum bjóðar útlendskum ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva Føroyar sum ferðamál.

Eins og í fjør luttaka fleiri enn 50 umboð úr 16 ymiskum londum kring heimin, sum t.d. Avstralia, Eysturríki, Belgia, Týskland, Sveis, Italia og USA. Tað áhugaverda við tiltakinum í ár er, at ongantíð áður hava so nógvar føroyskar fyritøkur verið umboðaðar. Í ár eru 41 føroyskar ferðavinnufyritøkur, harav fimm eru heilt nýggjar innan ferðavinnu. Hesar eru Boat.fo, North Atlantic Travel, Go Local, Guide to Faroe Islands, Hilton Garden Inn Faroe Islands.

Visit Faroe Islands tiltakið er liður í arbeiðinum at víðka um talið av útlendskum ferðasmiðum, sum selja Føroyar. Allar royndir vísa, at besti háttur at gera hetta, er, at bjóða sølufólkum og ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva tað, sum Føroyar hevur at bjóða okkara gestum.

Tiltakið byrjaði í gjárkvøldið, tá ið umboð frá ferðavinnuni og útlendsku gestirnir hittust á Hotel Hafnia í Havn. Í dag er verkstova í Dansifrøi, har útlendsku keypararnir hava høvi at hitta umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum. Í kvøld er døgurði, har tey sleppa at uppliva føroyska mat- og tónleikamentan. Leygardagin er útferð á skránni og gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.

Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipa fyri tiltakinum, sum ein samlað ferðavinna stendur aftanfyri. 

[object Object]

- Visit Faroe Islands

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder