Innanlands

Árni Ellefsen gjørdist ársins leiðari innan tað privata

Árni Ellefsen er stjóri í BankNordik

2019-01-25 16:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag skipaði Synergi fyri leiðaradegi á Hotel Føroyum, og í hesum sambandi varð eisini avdúkað, hvør varð blivin ársins leiðari.

Innan tað privata var tað Árni Ellefsen, sum varð kosin ársins leiðari. Árni Ellefsen er stjóri í BankNordik.

Hini bæði, sum vóru í uppskoti innan tað privata vóru Árni Jakobsen, stjóri á SMJ og Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum.

- Ársins leiðari í privata geiranum hevur bæði klassiskar og nútímans leiðslueginleikar. Hann tók við starvinum í einum, nakað meldurkendum, tíðarskeiði fyritøkan var í, og vendi gongdini  til eitt munagott yvirskot upp á stutta tíð. Fyritøkan er í dag nútímansgjørd og væl bjálvað fíggjarliga.

- Hesin leiðarin er menniskjaligur, eyðmjúkur og megnar samskifti við einstaklingin, eins væl og stóra hópin av starvsfólki.  Fyrikomandi og spakliga lyndi hansara, samantvinnað við professionalismu, tign og týðiligan leiðslustíl, hevur við sær, at hann fær tað besta fram í sínum starvsfólki fakliga, eins væl og í mun til samstarv. Hetta hevur við sær, at fyritøkan undir hansara leiðslu hevur flutt seg fram á leið. Fyritøkan hevur høgan sosialan kapital, har starvsfólk trívast, stóð í grundgevingini hjá dómsnevndini.

Í dómsnevndini sita Christian Nagata, sjóri á Sendistovuni, Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands og Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Í fjør varð tað Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð, sum gjørdist ársins leiðari innan tað privata.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder