Innanlands

Árni Frederiksberg verður nýggjur stjóri á Kjølbro Heilsølu

Ein av fótbóltsstjørnunum í Klaksvík hevur nú fingið stjórastarv í býnum. 30-ára gamli maðurin úr Saltangará hevur nógvar royndir úr bankaheiminum og tekur við eftir Hans Arna Thomsen

Árni Frederiksberg  skal frá 1. mars stjórna Kjølbro Heilsølu - Hans Arni Thomsen fer í nevndina og heldur fram sum stjóri á Kjøli (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg skal frá 1. mars stjórna Kjølbro Heilsølu - Hans Arni Thomsen fer í nevndina og heldur fram sum stjóri á Kjøli (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-07 16:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. mars verður stjóraskifti á Kjølbro Heilsølu. Talan verður um ein tilflytara, ið eisini íðkar ítrótt í býnum, sum tekur yvir fyri ein, sum hevur gjørt tað sama.

Kjølbro Heilsøla boðar í dag frá, at Árni Frederiksberg í næstum tekur við sum nýggjur stjóri. Hann avloysir havnarmannin Hans Arna Bjarnason Thomsen, sum seinastu fimm árini hevur verið í sessinum. Tað hevur Hans Arni, samstundis sum hann verið verið stjóri í fyritøkuni Kjøli, sum hongur saman við heilsøluni.

- Hans Arni heldur fram í starvinum, sum stjóri á Kjøli, har ætlanir eru við útbyggingum av ymiskum slag. Harumframt hevur Hans Arni játtað at taka sæti í nevndini í Kjølbro Heilsølu.

[object Object]Árni Frederiksberg saman við Hans Arna Thomsen, sum hann avloysir (Mynd: Kjølbro Heilsøla)

[object Object]
Árni er nú búsitandi í Klaksvík, har hann javnan ger vart við seg á fótbóltsvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg er serliga kendur frá fótbóltsheiminum. Hann hevur seinastu 13 árini spælt yvir 300 dystir í fremstu føroysku deildini, og í 2021 og 2022 hevur hann havt heimavøll í Klaksvík og vunnið FM við KÍ - í 2021 gjørdist maðurin úr Saltangará við gylta vinstrabeininum ársins spælari í føroyskum fótbólti.

Seinastu 10 árini hevur Árni arbeitt í bankaheiminum. Tað hevur verið hjá Betri Banka, har hann hevur lært, og hevur tað millum annað verið á Vinnulívsdeildini. 30-ára gamli bankamaðurin verður eisini í næstum liðugur við eina útbúgving sum HD í roknskapi og fíggjarstýring.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder