Innanlands

Árni M. Dam á ting

Sætti maður á listanum hjá Framsókn fingið sæti á tingi fyribils

Árni M. Dam (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Árni M. Dam (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-02-21 11:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Árni M. Dam av Norðskála hevur í dag fyribils tikið sæti á Føroya Løgtingi.

Karlot Hergeirsson, tingmaður, bað undan tingfundinum í dag um farloyvi, og eftir at valbrøvini vóru kannað, varð Árni M. Dam boðin vælkomin at taka sessin.

Árni M. Dam gjørdist nummar seks á listanum hjá Framsókn á løgtingsvalinum 8. desember 2022 við 102 atkvøðum.

Við tað at Framsókn fekk tvey fólk í landsstýrið, fingu bæði fjórði og fimti maður/kvinna, ávikavist Karlot Hergeirsson og Hanna Jensen, fast sæti í tinginum.

Nú hevur átekur Árni M. Dam so á fyrsta sinni tikið sæti sum fyrsti eykavaldi hjá Framsókn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder