Føroya Verkfrøðingafelag hevði aðalfund í hølum felagsins leygardagin 2. mars, har meira enn 30 verkfrøðingar vóru møttir.
Á aðalfundinum ynsktu Leon Smith og Jákup Mørkøre ikki at verða afturvaldir í nevndina, og í teirra stað vóru valdir Bjarni Petersen og Sigurd L. Lamhauge. Bæði Leon og Jákup eru fyrrverandi formenn í felagnum, og hava teir báðir eisini sitið leingi í nevndini. Felagið takkaði tí teimum báðum fyri drúgva og góða tænastu við eini gávu á aðalfundinum.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Arna Petersen sum formanni, Mariu Chun Nielsdóttir sum næstformanni, Fríðriki Heinesen sum skrivara, Bjarna Petersen sum kassameistara, Sigurd L. Lamhauge sum nevndarlimi og Albert Pætursson og Súsannu Berg sum tiltakslimum.
Nevndin ætlar at arbeiða við at seta fokus á fakligheitina í verkfrøðiyrkinum komandi tíðina. Tað vísir seg tíverri, at tað sum oftast verður sett fokus á kostnaðin av verkætlanum, serliga tá ið tær kosta meir enn væntað, og ein gloymir, at tær sum oftast eru vælgjørdar, til gleði fyri tey sum skulu brúka tær.
Nevndin í Føroya Verkfrøðingafelag frá vinstru á myndini: Maria Chun Nielsdóttir, Fríðrik Heinesen, Bjarni Petersen, Arni Petersen, Sigurd L. Lamhauge, Albert Pætursson og Súsanna Berg.
- Føroya Verkfrøðingafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald