
Tá Arnold Vegghamar í leygardagin 1. mars hevur fernisering í Gallárí Havnará, verður samstundis høvi at ogna sær nýggja bók við Arnoldi.
Nýggja bókin við myndum og um myndlistina hjá Vegghamar er givin út í samstarvi millum Sprotan og Gallarí Havnará.
Somuleiðis vera nakrar úrvaldar plakatir settar til sølu. Plakatirnar eru gjørdar av hansara verkum til hetta serliga høvið.
Arnold Vegghamar er heiðursborgari á Viðareiði, og kanska heimsborgari í egnum alheimi. Hugurin til skapandi virksemi hevur altíð ligið í honum.
Sum ungur var hann ein vetur á skeið hjá Jack Kampmann og Ingolvi á Reyni. Síðan fór hann í læru sum gull- og silvursmiður og arbeiddi sum gullsmiður eini 20 ár í Havnini. Hann verður nú 88 ára gamal, og málningarnir hava ongantíð verið betur umtóktir enn nú.
Vegghamar fevnir breitt í motivum, og hóast ikonisku fýrakantaðu húsini eru tað, ið flest fólk hugsa um, tá tey hoyra navnið Arnold Vegghamar, so er hann eisini kendur fyri i náttúrumyndinar av hamrum, urðum og lendingini á Viðoynni.
Ferinisering verður leygardagin 1 . mars kl 16-18. Framsýningin er opin hvønn dag fram til 15. mars frá kl. 16 til 18.
Gallarí Havnará
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald