Fyri lítlari løtu síðani varð avdúkað, hvat Ársins Útvarpshitt 2018 gjørdist. Í leygardagssendingini hjá Kringvarpinum kom tónleikasamskiparan hjá KVF, Eyðfinn Jensen, inn í útvarpsstovuna - hetta var eina lítla løtu eftir at atkvøugreiðslan um endaði.
Næstan 4000 fólk hava seinastu dagarnar atkvøtt á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Eyðfinn kundi avdúkað at vinnarin fekk heili 21 % av atkvøðunum, og tað var VSJ. Eysturoyarbólkurin hevur tikið føroyska tónleikaheimin við storm seinastu tíðina, og "Something Magical" hevur ljómað ógvuliga nógv.
Villiam Soo Joensen, Dávur á Reynatrøð, Høgni Jógvansson og Fríði Bjarkhamar komu á gátt, og teir ungu mennirnir fegnaðist um sigurin. Teir fingu eina standmynd, ið Joel Cole hevur gjørt afturfyri. Á 2. plássi var Ingi Poulsen við "Tá ið eg síggi teg". Hann var áleið 200 atkvøður aftanfyri, og so var langt niður til nummar trý.
VSJ og Ingi Poulsen framføra til FMA í Norðurlandahúsinum í kvøld. Báðir sangirnir eru tilvnevndir til ársins sag, og VSJ er eisini í uppskoti til at vinna "Ársins nýggja navn" og "Ársins Videolag" fyri God's Work.
Les eisini: Faroe Music Awards í Norðurlandahúsinum í kvøld
Innanlands
Ársins føroyska útvarpshitt gjørdist Something Magical
Fangandi lagið hjá VSJ fekk flest atkvøður og vann heiðurin hjá KVF fyri 2018
Forsangarin Dávur á Reynatrøð, her til frálíku framførsluna á Summar Festivalinum í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-03-09 14:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald