Í gjár vórðu ársins fyrstihjálparar heiðraðir av Reyða Krossi, og ársins fyrstuhjálparar í 2025 eru Adrian Ellingsgaard, Tinna Dahl, Gerda Dahl, Kári Jóannesarson á Høvdanum, Pætur Egholm Jacobsen og Matteus Højgaard De Franca.
Hendan heiðurin fingu tey fyri at hava veitt bæði kropsliga og sálarliga fyrstuhjálp til sjúkling í lívsvanda sunnumorgunin 9. november.
Reyði Krossur greiðir soleiðis frá:
Sunnumorgunin 9. november fekk Tórleif Dahl hjartasteðg og small um. Hetta hendi í heiminum hjá honum í Saltangará.
Sum skilst hevði Thorleif gjørt seg kláran at fara til Oyrar at vitja mammu sína, tá hann knappliga small um. Tinna (kona hansara) og Gerda (dótturin) hoyrdu, at hann datt og vóru í holt við at venda honum, tá Adrian (fostursonurin) kom til. Tey sóu beinavegin, at onki lív var í, og tí fór Adrian beint at geva hjartamassagu og Tinna gav kunstigan andadrátt. Adrian ringdi eisini 112. Gerda fór oman á vegin at bíða eftir sjúkrabilinum.
Tað gingu 15 minuttir, so vóru tríggir mans frá Renn fyri lívi á staðnum. Sum Tinna hevur greitt frá, so var tað ein ómetaliga stórur lætti, tá teir komu og tóku yvir.
Síðani gingu nakrir minuttir til tvey frá sjúkraflutningstænastuni eisini vóru á staðnum. Tey fingu skjótt at vita, hvat var farið fram og at familjan hevði veitt lívbjargandi fyrstuhjálp hesa tíðina, frá hann fekk hjartasteðg, fráboðanin fór í gongd, og til, at sjúkrabilurin kom á staðið. Við áhaldandi stuðli frá rennarum frá Renn fyri lívi fingu viðgerðarnir veitt sera góða hjálp og staðfestu, at tey kundu geva honum stoyt. Eftir stoytin varð framvegis arbeitt við lívbjargandi arbeiði. Eftir lítlari løtu byrjar Thorleif spakuliga at vakna, men er sera fjarður. Hetta er 25 minuttir eftir, at hann small um. Við áhaldandi arbeiði verður staðfest, at hann er komin til lívs aftur. Sum vigerðin hjá sjúkraflutningstænastuni orðar tað, so er tað ”uttan iva takka verið familjuni hjá honum fyri teirra fantastiska avrik í støðuni, at hann kom til lívs aftur”.
Ársins fyrstuhjálparar hava veitt bæði kropsliga og sálarliga fyrstuhjálp til sjúkling í lívsvanda og hava stuðlað hvør øðrum í støðuni.
Adrian og Tinna góvu í felag fyrstuhjálp, sum bjargaði lívinum hjá Thorleif. Teirra skjóta og effektiva fyrstahjálp hevur gjørt, at Thorleif eftir øllum at døma er komin frá tilburðinum uttan nakað mein. Um tey ikki høvdu borið seg so skjótt og rætt at, kundi útfallið verið nógv verri, og í ringasta føri kundi Thorleif verið deyður.
Víst verður á, at hesi seks fólkini í felag gjørdu allan munin, og serliga verður nevnt, at Adrian gjørdi eitt stórt bragd við einsamallur at geva hjartamassagu í 15 minuttir uttan steðg, og at hann við sínum róliga og ábyrgdarfulla atburði fekk tey ígjøgnum hesar longu 15 minuttirnar, til hini komu á staðið.
Í fyrstuhjálparhøpi hava tey borið seg heilt rætt at frá byrjan:
Tey hava tryggja staðið, har sjúklingurin er. Staðfest, at sjúklingurin er uttan vit og veitt lívbjargandi fyrstuhjálp við trýst á bringuna og givið kunstigan andadrátt. Tey hava boðað frá við at ringja 112. Hóast tey ikki hava havt hjartastartara á staðnum, so hava tey framhaldandi hildið fast í tí bestu viðgerðini, sum ein fyrstuhjálpari kann veita í slíkari støðu, nemliga lívbjargandi HLB-viðgerð, sum stendur fyri Hjarta-Lungna-Bjarging. Renn fyri lívi komu á staðið og hesir tríggir hava hjálpt til á sera góðan og siðiligan hátt. Teir hava avlastað avvarðandi við HLB-viðgerð, og so hava teir ikki minst verið um familjuna í støðuni, umframt, at teir stuðlaðu sjúkraflutningstænastuni í viðgerðini.
Frá Thorleifi sjálvum er greitt, at hendan skjóta hjálpin heilt sikkurt hevur gjørt, at hann er so væl fyri í dag, sum hann er. Hann hevur fingið ICD ísettan og hevur stórtsæð ikki fingið varandi mein av hendingini.
Eisini vórðu tveir heiðrar fyri serligt avrik, umframt ársins barnaheiður latin. Les meira her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald