Innanlands

Ársins íverkseti skal finnast

Øll kunnu senda inn tilnevningar til og við 25. oktober – Árins íverkseti verður kunngjørdur á ìverksetaradegnum í Løkshøll 31. oktober

Intra fekk heiðurin sum ársins íverkseti 2023 (Savnsmynd: Íverksetarahúsið)

Intra fekk heiðurin sum ársins íverkseti 2023 (Savnsmynd: Íverksetarahúsið)

2024-08-26 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins íverkseti 2024?

Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til, hvør tú heldur skal verða Ársins íverkseti 2024. Øll kunnu koma við tilnevningum. 

Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð, og dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi.

Til ber at koma við tilnevningum til og við fríggjadagin 25. oktober. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected].

Ársins íverkseti verður heiðraður í sambandi við árliga íverksetaradagin hjá Íverksetarahúsinum. Í ár verður tað hósdagin 31. oktober í Løkshøll í Runavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder