Á FMA 2019 var Jasmin útnevnd til ársins kvinnuliga sangara. Fríggjakvøldið 6. apríl upptrakkar hon við bólki sínum í Spaniastovu.
Ongin ivi man vera um at JASMIN er tað mest spennandi unga navnið á føroyska tónleikapallinum.
Jasmin Mote hevur í fleiri ár verið frammi sum ein av okkara dugnaligastu ungu sangarum. Í 2017 vann hon Sement, og á FMA 2019 varð hon útnenvd til ársins kvinnuliga sangara. Ummælararnir í Kvørnini hava eisini kalla JASMIN fyri nýggja føroyska stjørnuskotið.
Síðan síðsta ár eru fleiri løg komin út við JASMIN, og tey gerast alsamt betri og betri umtókt. Tónleikurin er egin, livandi og vælsvingandi alternativur poppur, ið fer beint í kroppin. Løgini ’’Baby Blue’’, ’’Make Sense’’ og nú eisini ’’Remember’’ eru tráspæld í útvarpinum og vísa at tey eru komin sera langt og teljast nú ímillum bestu føroysku tónleikaupplivingar. Tað er tí við spenningi at vit bjóða JASMIN á pallin og ivast ikki í at Spaniastova fer at svinga til teirra tónar.
Bólkurin er mannaður við Jamsin Mode, sang, Vinjar Egilsnes Petersen, synthar, Bergur Fonsdal Johannesen, bass+samplara, Harald Fonsdal Johannesen, trummir+trummipad.
- Spaniastova
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald