Innanlands

Ársins leiðari verður kosin: Fylg við á Portal.fo klokkan 16

Vit senda beinleiðis av Hotel Føroyum tá ársins leiðari 2019 verður kosin á Leiðaradegnum seinnapartin

2019-01-25 11:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leiðaradagurin er á Hotel Føroyum í dag, og klokkan 16 verður avdúkað hvør verður ársins leiðari. Bæði innan tað privata og innan tað almenna.

Á Portal.fo verður møguleiki at fylgja við beinleiðis hvør verður ársins leiðari. Stroymingin beinleiðis av Hotel Føroyum byrjar klokkan 15:45.

Tey trý sum eru í uppskoti innan tað almenna
Dennis Holm, borgarstjóri, Vágs kommuna
Hedvig Johansdóttir, stjóri Dugni
Joel undir Leitinum, stjóri Posta

Tey trý sum eru í uppskoti innan tað privata
Árni Ellefsen, stjóri, BankNordik
Árni Jakobsen, stjóri, SMJ
Jonhard Mikkelsen, stjóri, Sprotin

Synergi skipar fyri Leiðaradegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder