2025-02-26 11:40

Í sambandi við "Spæl Føroyskt-vikuna" skal Ársins Útvarpshitt fyri 2024 finnast.
Seinastu dagarnar hevur verðið møguleiki at atkvøða fyri yvir hundrað sangum. Nú eru topp-tíggju sangirnir koyrdir út til nýggja atkvøðugreiðslu á kvf.fo.
Í finaluumfarinum eru sangir, sum veruliga hava sett sín dám á í 2024; við dugnaligum føroyskum tónlistafólki.
Til ber at atkvøða næstu dagarnar. Ársins Útvarpshitt verður sum skilst kunngjørt leygardagin.
Hesi eru at velja í:
Til ber at atkvøða HER. Til ber at akvøða einaferð um samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald