Upprunaligi listin, ið varð kunngjørdur fyrst í vikuni, taldi 60 sangir. Síðani er hann skorin niður í tíggju sangir, ið til ber at atkvøða fyri í nakrar tímar afturat.
Talan er um føroyskar einstaklingar, sum saman við bólki, hava sett sín dám á síðsta árið. Tveir sangir sum skúlanæmingar syngja, har ávíkavist Dagfinn Olsen og Steintór Rasmussen hava gjørt orð og lag, eru eisini við.
Vinnarin, tann sum hevur Ársins Útvarpshitt 2021, verður kunngjørdur í Góðan morgun Føroyar í morginárini - klokkan 09.
Til ber at atkvøða á kvf.fo, har brot úr øllum sangunum eisini kann hoyrast. Sum nú er, hava nakað yvir 4.000 fólk atkvøtt.
Hesi eru framvegis í uppskoti til Ársins Útvarpshitt 2021:
Bjarki Hansen - Tú angar so væl
Børn í Vágs skúla - Lætt av herðum
Ester Skála - Unicorn
Fríði Sigmundsson - Saman og frí
Herborg Torkilsdóttir - Náttin var okay
Ingi Poulsen - Sama veg
Maria á Lakjuni (TWBE) - Named
Næmingar á Skúlatrøð - Tað kundi verið eg
Ronnie Davidsen - Lívsins leið
Rúni í Lágabø - Don't You Worry
Mentan
Ársins útvarpshitt: Tíggju finalistar at atkvøða fyri
Vinnarin verður kunngjørdur í Góðan morgun Føroyar í morginárini
Ingi Poulsen hevði Ársins Útvarpshitt 2019 - Kostbar. Vágbingurin er aftur millum tíggju tey síðstu hesuferð
2022-03-10 17:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald